Her verður Grand Prixið næsta ár

Eurovision í 2023 verður hildið í bretskum býi

Fyrr í ár vann Ukraina stóru Eurovision sangkappingina, og var sum vanligt, varð Eurovision hildið í Ukraina næsta ár. Men tað ber ikki til, tí kríggj er í Ukraina.

 

Í eina tíð hevur verið greitt, at Grand Prixið í staðin skuldi haldast í Bretlandi, og í gjárkvøldið var kunngjørt, at Liverpool í Onglandi verður vertsbýur. Valið stóð at enda millum Liverpool og Glasgow.

 

Eurovision verður í Liverpool Arena nærindis kendu Mersey ánna. Hálvfinalur vera 9. og 11. mai, og finalan verður leygarkvøldið 13. mai.