Her verða bilførarar altíð tiknir

Í gjár fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið

Á nøkrum vegastrekkjum koyra bilførarar altíð ov skjótt og tí fer løgreglan ofta ferðslukanningar á teimum strekkjunum. Eitt av hesum vegastrekkjum er Glyvursvegur, sum knýtur Havnina og Argir saman tvørtur um nýggju brúnna.

 

Har er bara loyvi at koyra 50, men vegurin er beinur og góður og tað svitast ikki, at gera løgreglan ferðslukanningar har, fara tey ikki tómhent til húsar aftur, tí har koyra bilførarar altíð ov skjótt.

 

Aftur í gjár var løgreglan á Glyvursvegi við lasaranum og máldi, hvussu skjótt bilarnir koyrdu Og løgreglan sigur, at tríggir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Og teir koyrdu alt ov skjótt, tí teir koyrdu ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman. Tað gevur teimum eina bót upp á 2500 – 3000 krónur, umframt at teir eisini fáa klipp í koyrikortið.