Tað verða nógvir vinnarar.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Nú verður tað veruleiki, at øll trý sjúkrahúsini í Føroyum verða løgd saman og í dag verður søkt eftir einum forstjóra til tey trý sjúkrahúsini. Hesi stjórin skal samstundis vera stjóri á Landssjúkrahúsinum.
Men stjórarnir á teimum báðum sjúkrahúsunum verða framvegis stjórar. Bygnaðurin frameftir verður sostatt eitt leiðslutoymi við einum ovasta leiðara, sum verður forstjóri fyri alt sjúkrahúsverkið, og við tveimum stjórum, sum hava dagligu leiðsluna av smáu sjúkrahúsunum, men sum eisini vera stjórar fyri alt sjúkrahúsverkið.
Stjóratoymið ger skal so greiða ábyrgdarbýtið sínamillum, men kemur tað til skarpskeringar, verður tað forstjórin, sum fær heimild til at skera ígjøgnum.
Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at sjúkrahúsverkið kann virka sum ein eind og Sirið Stenberg sigur, at sum frálíður verða nógvir vinnarar, tí fremsta uppgávan hjá nýggja stjóratoyminum verður at seta tilmælini í menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið, í verk.
Nýggi stjórin skal til arbeiðis í seinasta lagið 1. januar.