Ovasta leiðslan í UEFA, evropesiska fótbóltssamgongan, hevur havt fund í Ljubljana í Slovenia. Eitt av málunum á fundinum var at avgera hvar Champions League finalurnar í framtíðini skulu spælast.
Tað er longu greitt, at finalan komandi summar verður í Istanbul í Turkalandi. Har var hon eisini í 2005, tá Liverpool vendi 0-3 til 3-3 upp á seks minuttir, fyri síðani at vinna upp á brotssparkskapping.
##med2##
Í 2021 verður finalan í russiska býnum, Santa Pætursborg. Í 2022 verður hon aftur á Allianz Arena í Munchen í Týsklandi. Tað var har, at Didier Drogba tryggjaði Chelsea sítt einasta Champions League heitið higartil. Tað var í 2012.
Í 2023 verður hon aftur á nýggja Wembley í London. Bæði í 2011 og 2013 var hon í enska høvðusstaðnum og UEFA lat tá væl at. FC Barcelona vann í 2011 og Bayern Munchen vann í 2013. Champions League finalan var eisini á gamla Wembley í 1992, tá vann FC Barcelona eisini.
##med3##
Í tíðin áðrenn 1990, kappingin fekk heitið Champions League, hevur finalan í Europa Cup verið á Wembley tríggjar ferðir. Í 1963, 1971 og 1987. Vinnararnir vóru Benfica, Ajax og Liverpool.