Í sínum nýggja videolagið dansar kenda songkvinna Rihanna meir enn nakrantíð.
Hvørki fjølmiðlar ella onnur hava fingið nakað serligt at vita um videolagið til sangin "Where Have You Been", men nú ber til at siga eitt við vissu: Videolagið inniheldur nógvan dans! Rihanna hevur ongantíð verið tann, sum hevur spart upp á flottar og frekar rørslur í øðrum videoløgum, men hesaferð fer hon all in.
Í einum nýggjum videobroti á Youtube vísir vakra sangarindan, hvussu hon og dansararnir venja eina koreografi, sum skal brúkast til upptøkurnar til sangin "Where Have You Been."
- Hetta videolagið snýr seg einans um upptraðkan og at vísa kenslur gjøgnum kroppin, fortelur Rihanna spent og leggur afturat, at hetta videolagið ikki hevði blivið til nakað, um so var, at tey ikki høvdu tíð til at venja dansin.
- Tað hevði ikki givið nakra meining, og eg vænti, at fólk høvdu verið nakað vónbrotin, um dansur ikki var partur av videolagnum, sigur Rihanna.
Niðanfyri sæst videobrotið, har Rihanna saman við dansarunum venur nýggja koreografi.










