Í gjárkvøldið vandi Portugal fyri fyrstu ferð í Føroyum, undan dystinum móti Føroyum í kvøld.
Í tí samanhanginum hevur Portusiska Fótbóltssambandið gjørt eitt video av venjingini á Tórsvølli, har teir bæði vísa frá venjingini sjálvari og eisini vísa myndir av stóra áhuganum úr Føroyum.
Til ber at síggja videoklippið omanfyri. Video’ið er upprunaliga lagt út á Facebook síðuna hjá Portugisiska Fótbóltssambandinum.









