Her vórðu tvey børn myrd

Tann 23 ára gamla mamman og børnini, sum vóru tvey og fýra ár, vórðu funnin illa særd í einum húsum í svenska býnum Arboga í gjárkvøldið. Børnini doyðu seinni

Tað var stutt fyri klokkan níggju í gjárkvøldið, at ein kenningur fann kvinnuna og børnini illa særd í húsum teirra í Arboga stutt vestan fyri Stockholm. Maðurin ringdi alt fyri eitt eftir løgreglu og sjúkrabili, og hóast øll trý komu undir læknahond beinanvegin, doyðu tey bæði børnini løtu seinni.

 

Svenska løgreglan sigur, at álopsmaðurin hevði brúkt knív.

 

Seint í gjárkvøldið tók løgreglan ein mann. Hann hevur livað saman við kvinnuni fyrr og er pápi at báðum børnum hennara. Løgreglan sigur, at hann hevur gjørt seg inn á kvinnuna fyrr, eftir at tey fóru hvør til sítt, og at hann er undir illgruna fyri at hava framt illgerðina í gjárkvøldið. Hann bleiv tikin í býnum Mottala, men hann noktar seg sekan, sigur løgreglan. Hon útihýsir tó ikki møguleikanum fyri, at tað kann hava verið ein annar maður, sum leyp á kvinnuna og børn hennara.

 

Tann 23 ára gamla kvinnan er illa særd, men er sum skilst ikki í lívsvanda, skrivar TT.