Her stórbjargar Gunnar brotssparki

Motherwell spældi í gjár 3-3 móti Celtic í skotsku Premier League

Føroyski landsliðsmálverjin spældi ein góðan dyst, tá Motherwell í gjár spældi javnleik 3-3 móti meistarunum úr Celtic. Gunnar Nielsen bjargað millum annað brotssparki frá Kris Commons, sum annars hevur skorað upp á hini níggju brotsspørkini hann hevuur skotið í hesum kappingarárinum.

 

Til ber at síggjan samandrátt frá dystinum við at trýsta á pílin á myndini

 

Motherwell hevur 61 stig á triðja plássi, meðan Aberdeen hevur 64 stig á øðrum plássi. Celtic eru longu meistarar við 89 stigum.