Her starvast Freddy Adu í dag

Einki fótbóltsfelag vil hava fyrrv. stórtalentið, sum nú hevur fingið sær annað starv.

Freddy Adu úr Amerika varð spáddur at vera eitt tað størsta fótbóltstalentið í heiminum, og longu sum 14 ára gamal fekk hann fulltíðar sáttmála við DC United í heimlandinum, har tað gekst honum væl. Hann vann meistaraheitið fyrsta árið og skeyt 24 mál í 87 dystum tey trý árini, hann spældi við felagnum. Hann var eisini til royndarvenjing í Manchester United.


Síðani hevur tó verið talan um risa afturstig hjá Freddy Adu. Hann steðgaði á í Salt Lake City áðrenn leiðin gekk til portugisiska stórfelagið Benfica í 2007. Har hevði hann ilt við at spæla seg á liðið og varð útleigaður í fýra ár á rað – til AS Monaco, Belenenses, Aris og Çaykur Rizespor. Hesi bæði seinastu føløgini vóru ávikavist í næstbestu deildini í Grikkalandi og næstbestu deildini í Turkalandi.


Eftir evropeiska ævintýr hansara endaði í 2011, fór hann heimaftur til heimlandið, har hann spældi – mest sum innskiftari – trý ár í Philadelphia Union. Eftir eitt legg í brasilska felagnum Bahía var hann og royndarvandi við feløgum sum enska Blackpool og norska Stabæk, men har fekk hann ikki sáttmála og endaði í serbiska felagnum Jagodina.


Í Serbia varð hann loystur úr sáttmálanum eftir bara einum hálvum ári, hetta var undan jólum í fjør, og síðani hevur tað ikki eydnast honum at finna eitt nýtt felag. Tað merkir, at hann í løtuni ikki spælir fótbólt og hevur fingið sær annað arbeiði. Freddy Adu, sum nú er vorðin 25 ára gamal, starvast sum fyriskipari á náttklubbum í Washington.