Her stóð einaferð ein timburhandil

Tá KJ keypti timburhandilin á Kambsdali, helt fyritøkan, at tey við keypinum fingu ein bygning, ið var sum stoyptur til teirra endamál.

Tað er KJ Hydraulik á Kambsdali, ið eigur bygningin á Kambsdali, sum Havnar Timburhandil í sínari tíð læt byggja á Kambsdali.

 

- Vit fara at brúka bygningin til goymslu av stórum tingum, eitt nú motorum, kranum, stórum kveylum av slangum og ymiskum øðrum, sum vit hava í okkara vøruútboði.

 

Tað segði Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ, stutt eftir keypið av fyrrverandi timburhandlinum á Kambsdali, sum fór í knús í illveðrinum í gjár.

 

Stjórin segði, at teimum dámdi bygningin, sum KJ keypti frá Havnar Timburhandli, sera væl, og fyritøkan á Kambsdali metti bygningin sum “stoyptan” til teirra endamál.

 

Ólavur Asafsson Olsen segði, at vørugoymslan hjá KJ í fyrsta lagi er ætlað virkseminum hjá fyritøkuni og teimum mongu viðskiftafólkum, feløgum og kommunum, sum KJ hevur.

 

- Vit hava nógvar kommunur, entreprenørar, maskinverkstøð og veitarar annars sum viðskiftafólk, bæði her í nærumhvørvinum, Klaksvík og út eftir Skálafjørðinum, og vit ynskja at veita eina so góða tænastu, sum yvirhøvur tilber.

 

Á vørugoymsluni hjá KJ finst ein hópur av øllum maskintekniskum og hydrauliskum lutum til vinnuna, og fyritøkan er eisini farin at selja pvc-rør, sum eru nýggj í konseptinum.

 

Men, í illveðrinum í gjár fór bygningurin, sum KJ á Kambsdali keypti frá Havnar Timburhandli, í knús, og tíðin fer at vísa, um bygningurin kann umvælast - ella um hann má byggjast uppaftur frá grundini.