Her spælir René komandi tvey árini

René Shaki Joensen hevur í dag gjørt tvey ára sáttmála

René Shaki Joensen hevur í dag gjørt tvey ára sáttmála við HB. Hann kom til felagið í summar, eftir at hava verið nógv skaddur í íslendska felagnum, Grindavík.

Tá gjørdu partarnir ein hálvt ára sáttmála. Síðani kappingarenda hevur verið eitt sindur av tosi um, at onnur feløg eisini hava víst stinna miðvallaraunum áhuga, men í kvøld er greitt at framtíðini liggur í barndómsfelagnum, HB.

– Avgerðin um at velja at halda fram í HB var løtt. Eg trívist sera væl her, og eg eru jú uppvaksin her. So HB er mítt felag, sigur René Shaki Joensen við heimasíðuna hjá HB.

##med2##

Av øðrum hava Teitur M. Gestsson, Hørður Askham, Tróndur Jensen, Bartal Wardum, Dan í Soylu og Adrian Justinussen longt sáttmálan, meðan Heðin Hansen er komin til úr Víkingi og Heri H. Mohr er komin aftur úr AB.

Lasse T. Andersen hevur boðað frá, at hann heldur ikki fram í felagnum. Jens Berthel Askou er nýggjur venjari, eftir at Heimir Guðjónsson er farin aftur til Íslands, har hann verður venjari hjá Vali