Her skulu kvinnur framvegis verða menn

Tíðin er ikki búgvin til at gera tær til kvinnur, halda tey í samgonguni og Kristin Michelsen úr Sjálvstýri

Samgongan, og Kristin Michelsen úr Sjálvstýri, halda ikki, at tíðin er búgvin at gera tær til kvinnur

Meirilutin í Løgtinginum tekur ikki undir við, at kvinnur, sum eru í Løgtinginum og í Landstýrinum, skulu nevnast løgtingskvinnur og landsstýriskvinnur.

Sum lógin er í dag, eitur alt menn, eisini hóast talan er um kvinnur.

Og tí hava Ingilín Didriksen Strøm og Hervør Pálsdóttir, løgtingsmenn, sum tað eitur, lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta starvsheitini, soleiðist at kvinnur í Løgtingi og í Landsstýrið, verða nevnar løgtingskvinnur og landsstýriskvinnur.

Men hesum tekur samgongan, og Kristin Michelsen úr Sjálvstýri, ikki undir við. Tey siga, at her er talan um at broyta sjálva stýrisskipanarlógina, sum er ein heilt serlig lóg. Í veruleikanum er hon ein grundlóg, sum ásetur, hvussu tey stýrisskipanarligu viðurskiftini eru í Føroyum.

Tey halda eisini, at áðrenn eitt uppskot verður lagt fyri Løgtingið um at broyta eina so týdningarmikla og prinsipiella lóg, eigur eitt dygdargott fyrireikingararbeiði at verða gjørt, har øll tann politiska skipanin, saman við serfrøði á økinum, er umboðað, og alt eigur at verða gjørt fyri at finna so víðfevnda semju sum gjørligt.

Tey halda eisini, at verður farið undir at broyta lógina, eru tað eisini onnur viðurskifti, sum eiga at verða tikin upp.

Eitt nú stendur tað í lógini, at ein løgtingslóg hevur ikki hevur gildi, um hon gongur ímóti millumtjóðasáttmála, sum Føroyar hava gjørt, ella sum Danmark hevur gjørt, vegna Føroyar.

Tey vísa eisini á, at spurningurin um heitini á løgtingsmonnum/kvinnum hevur verið til umrøðu fleiri ferðir hesi seinastu 25 árum síðani. Men tað hevur verið stór ósemja um tað og tí halda tey ikki, at málið er  búgvið at taka støðu til.

– Tað er ongantíð funnin ein full semja um heitini, og tað er ongantíð komið upp á tal at broyta tað aldargamla, serføroyska og tignarliga heitið á okkara stjórnarleiðara, nevniliga heitið, Løgmaður, siga tey.

Tí eru tey ikki sannførdur um, at tað er so einfalt at fáa eitt mál, sum er óheft av kynunum. Men tey halda, at hetta eigur at vera viðgjørt meiri nágreiniliga, soleiðis at ein varandi loysn verður funnin.