Her skulu bilførarar halda seg burtur

Í gjárkvøldið komu nógvir bilførarar í óføri

Hesum vegastrekki skulu bilførarar halda seg frá

 

 

 

Í gjárkvøldið komu nógvir bilførarar í óføri

 

 

 

Í nátt hevur fólk frá Landsveki gjørt ymiskt arbeiði í Norðkálatunlinum og í hesum sambandi var tunnilin stongdur frá klokkan 22 í gjárkvøldið til kokkan seks í morgun. Kortini var ferðslan leidd ígjøgnum tunnilin annanhvønn tíma.

 

Men tað elvdi til stórar trupulleikar tí tað vóru bilførarar, sum ikki vildu, ella høvdu stundir, at bíða til ferðslan varð leidd ígjøgnum tunnilin. Ella vistu teir ikki av, at tunnilin varð stongdur.

 

Men tað stutta av tí langa var, at ístaðin fyri at bíða, fóru teir eftir gomlu leiðini um Eiðisskarð.

 

Men tað vóru tað fleiri bilførarar, sum ikki komu væl frá, tí har var sum á flundrubakið og tað nógvir bilførarar koyrdu seg í óføri.

 

Løgreglan sigur, at teir sluppu hvørki aftur ella fram í hálkuni og onkur av teimum var við at fara út av, men eingin fólkaskaði var.

 

Av tí sama gjørdi løgreglan ikki mætari enn at steingja vegin, so at fleiri bilar ikki sluppu tann vegin. Samstundis vórðu boð send eftir sløkkiliðnum á Eiði og tey fóru neyðstøddu bilførarunum til hjálpar og fingu teir oman aftur.

 

Løgreglan sigur, at gamli vegurin um Eiðisskarð verður ikki saltaður longur um veturin so mælt verður bilførarum rætt og slætt til ikk at fara tann vegin.