Her skulu íbúðir byggjast

Tórshavnar kommuna hevur bjóðað grannunum á Frúutrøð í Havn á fund í kvøld, har kommunan skal kunna um ætlaðu íbúðarbyggingina á Frúutrøð.

 

Musikkskúlin við Landavegin er um at verða liðugur og tí er kommunan farin undir at hyggja eftir, hvat skal henda við økinum, har verandi skúli stendur. Væntandi flytir musikkskúlin inn í nýggja bygningin við árslok.

 

Læknaviðtalurnar á Frúutrøð verða fluttar niðan á Smyrilsveg og býargartnarin, sum eisini heldur til á økinum, fer eisini at flyta.

 

Verandi kommunuætlan sigur, at fleiri bústaðir skulu gerast í miðbýnum, og tí fer kommunan nú at bjóða matrikkulin út til íbúðarbygging. Tórshavnar kommuna sigur, at helvtin av íbúðunum skulu vera leiguíbúðir og í minsta lagi 10 skulu vera eldra- og rørsluvinarligar íbúðir, sæst í málsviðgerðini av málinum.

 

Kommunan setir eisini sum treyt, at av tí at økið liggur miðskeiðis í býnum, skal fríøkið á stykkinum vera ein almenn atkomulig park til gagn fyri allan býin.

 

Ætlanin er, at kommunan setur ávísar treytir í útbjóðingartilfarið, og at tey, sum bjóða upp á verkætlanina binda seg til at byggja, fíggja og umsita íbúðir og fríøki á økinum.

 

Økið, sum talan er um, fevnir um økið á Frúutrøð, Revagarðarnar (Jóan Karls gøta og í Lon) og ein part av Lützenstrøð.