Her skrivar Víkingur føroyska fótbóltssøgu

Video: Her vinnur Víkingur størsta útisigurin fyri føroyskan fótbólt í altjóða fótbólti nakrantíð

Víkingur skrivaði í kvøld føroyska fótbóltssøgu, tá teir slerdu meistarunum frá Kosovo, Trepca 89, út úr Champions League kappingini, sum er størsti útisigur hjá einum føroyskum felagið í altjóða fótbólti nakrantíð.

 

Víkingur vann dystin niðri í Kosovo 4-1, sum gevur teimum ein samanlagdan 6-2 sigur gjøgnum báðar uppgerðirnar, tá tann fyrra endaði 2-1 til Víking á Tórsvølli.

 

Omanfyri ber til at síggja málini frá dystinum, sum vóru skotin í Kosovo í kvøld. Málskjúttar hjá Víkingi vóru Sorin Anghel, Adeshina Lawal og Sølvi Vatnhamar, sum skeyt tvey mál.