Her skalt tú fara eftir sólini í dag

Vilt tú hava hasi 16 stigini, sum veðurstovurnar lova, so mást tú kanska ferðast eftir tí

Tað verður lovað heilt upp í 16 stig í Føroyum í dag. DMI sigur, at tað er møguleiki fyri toku á norðaru firðunum, men annars skuldi verið sól og heitt í allan dag. Og í roynd og veru alt vikuskiftið. Les veðurtíðindini HER

 

 

Men til teirra, sum ikki vilja spæla høgt spæl í dag, so ber til at leita sær hjálp frá Landsverki. Tí á heimasíðuni hava tey upptøkur frá vevmyndatólum, sum eru sett upp kring alt landið. Og áleið 10.20 søgdu hesi somu vevmyndatól frá sól onkrastaðni í landinum, og toku aðrastaðni. 

 

Í Klaksvík og í Norðoyggjum sær út til at vera bláur himmal og sól í morgun. Tað sama ger seg galdandi á Gøtueiði, har ikki eitt skíggj er at síggja á himmalinum, meðan tað fyri tað mesta er sól á Kambsdali, um enn nøkur skíggj eru at síggja nú í morgun. 

 

Á Gjáarskarði er toka, meðan tað er sól og summar í Runavík. Frá Streymnesi og suður til Havnar sær út til at vera sól og summar og ikki eitt skíggj allan vegin. Men á Velbastaðhálsi er toka. 

 

Í Vágum er heldur ikki eitt skíggj á himmalinum. Vevmyndatólini á Sandavágshálsi og á Vatnsoyrum siga frá bakandi sól, og tað sama strekkir seg til Mykinesar í morgun. 

 

Á Sandi letur til at vera summar og sól, um enn har bert er eitt vevmyndatól á keiini í Skopun at meta frá. Og í Suðuroynni sær út til, at tað er summar og sól í Hvalba, meðan tað er yvirskíggjað um Ørðaskarð og á Porkerishálsi.