Her skal ungdómurin í Vági halda til í framtíðini

Vágs býráð hevur samtykt at keypa gamla Sparikassabygningin, sum skal brúkast sum ungdómshús

Í fíggjarætlanini hjá Vágs kommunu fyri 2019 hevur Vágs kommuna m.a. samtykt at betra um umstøðurnar hjá ungdóminum í Vági.

 

Ungdómurin hevur higartil hildið til í ymiskum leigaðum hølum, men nú fær ungdómurin egið hús. Ungdómsnevndin hjá Vágs býráð, sum varðar av Ungdómshúsinum, hevur arbeitt við nýggjum ungdómshúsi í skjótt 2 ár og nú er komið á mál. 

 

Vágs býráð hevur samtykt at keypa gamla Sparikassabygningin til endamálið, skrivar Ungdómsnevndin í tíðindaskrivi. Ungdómsnevndin fer í holt við at gera ymsar ábøtur, og har skal m.a. nýggj brandtrappa gerast.

 

- At ungdómurin í Vági nú endaliga fær egið ungdómshús er sera tiltrongt og til stóra gleði fyri ungdómin og frítíðarskúlabørnini, sum eisini dagliga halda til har, ljóðar tað frá Ungdómsnevndini í Vágs kommunu.

 

Ungdómshúsið í Vági hevur opið tveir fastar dagar um vikuna og annaðhvørt fríggjakvøld og eitt leygarkvøld um mánaðin. Uppá ein dag møta millum 30 til 40 ungdómar upp í Ungdómshúsinum, og somuleiðis halda 70 frítíðarskúlabørn til har.

 

Ungdómsráðið, sum er eitt ráð undir ungdómsnevndini hevur eisini ynskt at fáa egin hølir til ymiskt skapandi virksemi. Hesin møguleiki verður nú eisini til staðar, teir dagar ungdómshúsið ikki verður opið.

 

Vágs kommuna hevur eisini raðfest at betra um núverandi spæliplássið í bygdini. Serliga spæliplássið í miðbýnum treingir til ábøtur, og spæliplássið hjá barnagarðinum Eikilund skal eisini gerast liðugt.