Her skal berghylurin gerast

- Tá vit seta okkum nakað fyri, so gera vit tað, segði Jón Bjarnason, venjari og ein av stigtakarunum til ætlanina. Á myndini sæst, hvar ætlanin er at gera 50 metra svimjihylin

Í gjár skrivaði Sosialurin um svimjihylin, sum sjálvboðin ætla at gera til Pál Joensen. Inn er ætlanin ikki komin so langt, men ymiskar tekningar eru longu gjørdar, og størsta ivamálið er, hvussu breiður hylurin skal verða.

- At bora eitt hol kostar ikki so nógv, serliga nú tað koyrir so illa í Noregi. Tað, sum serliga kemur at kosta, er breiddin, segði Jón Bjarnason í gjár.

Tó er eitt annað ivamál, um SEV vil lata avlopshitan hjá sær til berghylin, tí tað eru eftir øllum at døma onnur, ið liggja framvið hitanum.

Eisini er innsavning gjørd til hylin á Suðuroyarportalinum, og har eru góðar 25.000 krónur komnar inn.