Her sæst steypafinalan hjá monnum

Í steypafinaluni í flogbólti hjá monnum eru tað Fleyr úr høvuðsstaðnum og SÍ úr Sørvági, ið bresta saman. Hetta eru eisini fremstu liðini í landskappingini, har Fleyr er oddalið við 31 stigum, meðan SÍ er á øðrum næstfremsta plássi við 22 stigum.

 

Dysturin byrjar nú klokkan 15.30.

 

Eftir nýggjár hevur SÍ tó vunnið allar sínar dystir, meðan Fleyr hevur tapt fleiri, so ringt er at meta um, hvat lið er favorittur til hesa finaluna.

 

Rás 2 varpar dystin út. Eisini sendir Kringvarpið beinleiðis frá steypafinaluni. Til ber at síggja finaluna við at trýsta HER