Nú tað stundar til ólavsøku hevur Tórshavnar kommunu í dag valt at leggja skránna yvir tað fjølbroytta virksemið, ið verður á ólavsøku, út á netið.
Fyrsta tiltakið á skránni er 26. juli, tá ið tríggjar listaframsýningar og Sjósavnið á Argjum lata dyrnar upp.
Umframt at ólavsøkuskráin er tøk á netinum, so ber eisini til at fáa hendur á henni í Snarskivuni og at fáa
hana á snildfonina við appini Alarm.fo.
Til ber at lesa skránna við at trýsta á her.










