Niðast í hesi grein er ein leinkja til ein samandrátt av dystinum, sum endaði 2-2. Í brotinum, sum er stívliga eitt korter til longdar, er Jóan Símun Edmundsson við í ógvuliga nógvum av tí, sum Gateshead skapar. Eisini sæst, at Jóan Símun Edmundsson tekur sær av nøkrum av deyðbóltunum hjá Gateshead. Millum annað átti hann fríspark í ógvuliga góðari støðu, men tað fór í manngarðin.
Toftamaðuring og landsliðsleikarin hevur fingið nummar 26 í Gateshead. Jóan Símun Edmundsson er leigaður út til Gateshead allan januarmánað og nakað inn í februar. Næsti dysturin hjá Gateshead í Blue Square Premier, sum fimta besta deildin í Onglandi, verður týsdagin 18. januar.
Samandrátturin av dystinum millum Gateshead og Kidderminster, har Jóan Símun Edmundsson spældi dystin á tamb, sæst her