Í kvøld spælir B36 fyrru uppgerðina í Europa League kappingini móti estlendska felagnum, Nomme Kalju.
Dysturin verður spældur á útivølli í Estlandi og byrjar klokkan 17:30 føroyska tíð.
Dysturin verður stroymdur beinleiðis, og til ber at síggja hann við at trýsta á her.
Tvey onnur føroysk lið spæla eisini í Europa League kappingini í kvøld. KÍ spælir á ovara vølli í Gundadali móti AIK Stokholm, meðan NSÍ spælir á útivølli í Hvítarusslandi móti Dinamo Minsk. Vit arbeiða við at finna leinkjur til at stroyma útidystin hjá NSÍ eisini.