Annar kappingardagurin í HM-undankappingini fyri U21-manslandslið í hondbólti er farin av bakkastokki í høllini á Hálsi fyri løtu síðani.
Føroyska U21-landsliðið, sum í gjár vann ein óvæntaðan og frálíkan 28-24-sigur ímóti Sveis, spælir ímóti Ísrael kl.18.00.
Tað er tó ikki fyrsti dysturin í dag, tí nú kl.16.00 byrjaði dysturin ímillum Finnland og Sveis. Tann dysturin sæst HER.