Víkingur spældi í gjárkvøldið málleysan javnleik móti norska liðnum Tromsø IL.
Talan var sum heild um ein javnan dyst, har Víkingur hevði fleiri málmøguleikar, meðan gestirnir vóru meira á bóltinum.
Størsta møguleikan í dystinum átti Finnur Justinussen miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Tað er Rúni Dam, ið gjørdi upptøkurnar á Svangaskarði.