Í hesum døgum er rockbólkurin Týr á konsertferð í USA og Kanada. Ferðin byrjaði fyrst í mai mánaði og heldur fram allan mánaðin.
Seinastu dagarnar hava nøkur mótmæli verið uttan fyri spælistøð, har Týr hevur havt sínar framførslur. Fólk mótmæla Týr, sum tey siga stuðlar grindadrápi.
Leiðarin í Sea Shepherd, Paul Watson, hevur á facebook vanganum fleiri ferðir skrivað um Týr og teirra tilknýti til grindadráp, og hann hevur heitt á fólk um at boykotta konsertirnar og at mótmæla uttan fyri spælistøðini.
Í nøkrum førum hava viðhaldsfólk hjá Sea Shepherd gjørt álvara av hesum áheitanum, og bæði í Portland og Seattle vóru mótmælisfólk uttan fyri spælistøðini.
Omanfyri ber til at síggja video, sum Sea Shepherd hevur gjørt frá mótmæli í Portland. Har fæst ein hóming av, hvussu mótmælini ganga fyri seg, og hvat mótmælisfólkini hava upp á hjarta.