Her lyftist upp vár andi

...

Nógv umrøddi og væleydnaði túrurin niðan á hægsta tind Føroya, sunnudagin 12. september 1999, verður ikki einans í minni goymdur. So hvørt fólk trinu upp á tindin, handaði Føroya Løgmaður teimum eitt fagurt rit, ið prógvar luttøkuna á tí søguliga vælvitjaða fundinum. Eini 700 fólk vóru við á ferðini, og sagt verður frá fundinum, at allar umstøður vóru rættar til ein søguligan og minningarríkan fund.


Fagurt veður á føgrum tindi og inniligar áheitanir um at fara væl við føroysku náttúruni, verða sambært luttakarum seint gloymd.


Løgmaður legði í stuttu røðu síni størsta dent á føroysku náttúruna, men nevndi eisini politisku avbjóðingarnar fyri framman.


Røða landsstýrismansins í sjálvstýrismálum, Høgna Hoydal, var sum vera man ítøkiliga tjóðskaparpolitisk. Serligan dent legði hann á tað hann skýrdi »ómegdina í føroyinginum«, ið hann segði sambandssinnaðar føroyingar tosa til.