Her lótu 650 fólk lív

- Vit royndu at venda okkum til fleiri lond um hjálp, men tey sýttu fyri at hjálpa okkum, sigur ein av teimum bjargaðu við Verdens Gang. 

Yvirfylti báturin, sum sakk við umleið 750 fólkum umborð.

Umleið 650 fólk lótu lív, tá báturin á myndini, yvirfyltur við fólki, koppaði í Miðjarðarhavinum. Tey flestu vóru úr Pakistan, Sýria og Egyptalandi.

 

Hetta er ein av størstu bátsvanlukkum av sínum slag í Evropa seinastu 30 árini.

 

Sýriski maðurin, Atel, er merktur av tí, sum hendi. Fyri góðari viku síðan var hann umborð á hesum báti saman við umleið 750 øðrum fólkum, tá báturin á miðjari nátt koppaði.

 

Men, hann var heppin og endaði millum teirra sum yvirlivdu herviligu vanlukkuna.

 

- Vit høvdu ikki nóg mikið av vatni og mati. Vit royndu at venda okkum til fleiri lond um hjálp, men tey sýttu fyri at hjálpa okkum, sigur hann við norska blaðið, Verdens Gang. 

 

Atel flýddi úr krígsherjaðum landi í vónini um at sleppa til Týsklands.

 

Hann er í løtuni á einari flóttafólkamóttøku beint uttanfyri grikska høvuðsstaðin, Athen.

 

Hetta er ein lega, sum er gyrd inni við píkatráði, og her eru vaktir í skottryggum vestum. Miðlarnir vera hildnir burtur frá flóttafólkunum.

 

Av teimum 750 fólkunum, sum vóru umborð í bátinum, eru einans 104 fólk komin afturíaftur á lív, harímillum børn.

 

Báturin við flóttafólkunum var á veg úr Lybia til Italia, tá hann koppaði á leiðini.

 

650 fólk eru saknað, og stúrt verður fyri, at tey øll eru sjólátin. Umborð vóru nógv børn læst inni í lastini, og hesi hava ongan kjans havt til bjarging.

 

Verdens Gang, sum hevur havt samrøðu við Atel, veit eisini at siga, at fleiri av mannasmuglarunum, sum hildið verður standa aftanfyri henda flóttarfólkaflutning, verða nú rættarfylgdir í Grikkalandi.

 

Meira um hesa vanlukkuligu ferð um hav, sum endaði í einari stórari og syrgiligari bátsvanlukku, kann lesast á heimasíðuni hjá www.vg.no 

 

##med2##

 

 

 

Yvirfylti báturin, sum sakk við umleið 750 fólkum umborð.

Hetta eru nøkur av flóttafólkunum, sum yvirlivdu vanlukkuna.