Myndina eigur Royal Air Force

Her lótu 13 sjófólk lív tá línuskipið sakk

Kanningar vísa, at ein síðulúka á skipinum gleið niður. Avleiðingin var, at stórar nøgdir av sjógvi komu inn í skipið, sum viðvirkaðu til, at línuskipið sakk.

Myndina eigur Royal Air Force

Í juli í ár hendi ein skipsvanlukka, har línuskipið Argos Georgia sakk, og 13 sjófólk lótu lív. Manningin taldi 27, og av hesum vórðu 14 bjargaðir.

 

Danska Fiskeritidende veit at siga, at Marine Accident Investigation Branch hevur kannað skipsbrotið, og her vísir tað seg, at alt var ikki í lagi umborð í skipinum. 

 

Argos Georgia var skrásett í St. Helena, og skipið gekk burtur, tá tað var á veg úr Port Stanley á Falklandsoyggjunum til fiskileiðirnar nærindis South Georgia.

 

Kanningarnar vísa, at ein síðulúka á skipinum spakuliga gleið niður, soleiðis at lúkan at enda stóð púrasta opin. Avleiðingin var, at stórar nøgdir av sjógvi komu inn í skipið, sum viðvirkaði til, at línuskipið sakk.

 

Sambært Marine Accident Investigation Branch vóru tað fleiri viðurskiifti, sum førdu til skipsbrotið, og í fyrsta lagi var tað mekanisman, sum skuldi halda lúkuni aftur.

 

Tá tað gjørdist greitt, at sjógvur stóð inn gjøgnum lúkuna, vísti tað seg, at lúkan fekst ikki aftur. Við tað, at eisini aðrar innaru hurðar stóðu opnar, fór sjógvurin skjótt inn í fleiri rúm, og skipið fekk slagsíðu og sakk.

 

Eftir vanlukkuna mæla bretskir myndugleikar til, at skipaeigarar og yvirmenn skjótast gjørligt finna út av, at skipaninar eru í lagi, soleiðis at sjógvur ikki sleppur inn gjøgnum lúkurnar og inn í skipið.

 

 

 

Myndina eigur Royal Air Force