Her liggur Paulus grivin

Fornfrøðingar eru komnir fram á ein gravstað, har teir vænta at finna leivdirnar av Paulusi apostli.


Eftir áheitan frá Vatikaninum hava fornfrøðingarnir gjørt ymsar rannsóknir undir Pauluskirkjuni í Rom, og har eru teir komnir fram á ein gravstað, sum teir siga vera eldri enn frá árinum 390.

Søgufólk hava leingi havt varhugan av, at ein gravstaður var undir altarinum í kirkjuni. Nú hava fornfrøðingarnir flutt teir stóru marmorsteinarnar undir altarinum, og har komu teir fram á gravstaðin. Uttaná standa orðini "Paulo Apostolo Mart". Tað er latín og merkir "Paulus Apostul Pínslarváttur".

Paulus, sum var ein av apotslum Jesusar, var føddur millum ár 5 og 10 fyri Kristi føðing, og søgan sigur, at hann bleiv tikin av døgum í árinum 65, tá Neru var keisari í Rom.

Sambært BBC ætlar Vatikanið at lata almenningin sleppa at síggja gravstaðin hjá Paulusi, men enn er støða ikki tikin til, um gravstaðurin skal latast upp og kannast nærri.