In.fo hevur kannað, hvar tey føroysku fótbóltsfeløgini eru at finna á styrkislistanum hjá UEFA. Hóast úrslitini hjá summum feløgum hava verið góð, so liggja føroysku feløgini sum heild langt niðri á styrkislistanum. Tað eru heili 168.049 stig á muni ímillum fremsta felagið í evropa, Real Madrid, og fremsta føroyska felagið.
Fremsta føroyska felagið er HB. HB er nummar 305 á styrkislistanum. Tað er støðuga umboðanin á evropeiska pallinum, sum ger, at HB er fremst av teimum føroysku feløgunum.
Næst á listanum er Víkingur, ið kom víðari frá tveimum undankappingum í fjør. Víkingur er nummar 352 á listanum og hevur møguleika at betra um hetta, tá ið teir aftur í ár skulu spæla undankappingardystir til Evropa League.
Triða føroyska felagið á listanum er EB/Streymur, sum í løtuni rør í tungum sjógvi og er á aftasta plássi í Effodeildini. EB/Streymur stóð seg væl í Evropa í 2013, tá ið teir komu víðari frá fyrsta undan-undanumfarinum í Champions League. EB/Streymur er nummar 361 á listanum. Aftaná EB/Streym er eitt stórt lop niður til hini føroysku liðini, sum øll eru á jøvnum á styrkislistanum.
Sí niðanfyri fyri at síggja, hvar føroysku liðini eru at finna á styrkistlistanum hjá UEFA.
305. HB 3.950 koeficientstig
352. Víkingur 2.950
361. EB/Streymur 2.700
424. ÍF 1.450
425. B36 1.450
426. NSÍ 1.450