FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Miðvágur: Fiskavirking í Miðvági hevur keypt fiskin hjá trimum skipum hesa vikuna. Haraftrat hevur virkið keypt nógvan fisk á »gólvinum«.
So, her hevur leikað hart á nú uppundir endan av vikuni, sigur Albert Ellefsen, stjóri.
Línuskipið, Eysturoyingur, var í Miðvági mánadagin við 45.000 pundum, og týsdagin var línuskipið, Sigmundur, við 67.000 pundum.
Veiðan hjá línubátunum var helvt um helvt, toskur og hýsa.
Trolarin, Vesturtúgvan, var á Miðvági mikudagin. Teir høvdu 72.000 pund, meginparturin upsi.
Í síðstu viku landaði Sigmundur eisini í Miðvági; tá høvdu teir 114.000 pund. Og bæði Eysturoyingur og Jógvan Norði, sum legði nøkur tonsini upp, meðan teir tóku ís, vóru eisini á Miðvági í síðstu viku. Hesi landingartølini hava vit ikki fingið.
Leikar hart á
Albert Ellefsen, stjóri, sigur, at tað hevur leikað hart á hesa vikuna, sum hann tekur til.
? Vit hava keypt nógvan fisk, og alt skal fáast fráhondini, áðrenn fríggjadagurin er umliðin.
Hann vísir á, at veðrið hevur verið gott, og nógvur fiskur hevur verið á marknaðinum seinastu dagarnar.
? Fólk hava virkuliga lagt rygg til at fáa fiskin undan,og skemtandi tekur hann til, um konufólkini nú orka at halda jól. Jú, tey hava verið ófør, slær hann fast.
Hann sigur, at seinastu dagarnar hava tey arbeitt til kl. 19, og mánamorgunin byrjaðu tey kl. 06.- So, hetta hevur verið ein long og strævin arbeiðsvika, sigur Albert Ellefsen.