Fyri fyrstu ferð hava vísindafólk funnið eina gongustjørnu, sum líkist jørðini so mikið nógv, at fólk høvdu kunnað búð har.
Amerikanski stjørnufrøðingurin Paul Butler sigur, at vísindafólk hava funnið næstan 500 gongustjørnur, sum eru í ringrás um aðrar sólir enn okkara. Tey seinastu árini hevur vísindin funnið fleiri, men annaðhvørt hava tær verið ov heitar ella ov kaldar.
-Hendan er øðrvísi. Hon er hvørki ov stór, ov heit ella ov køld, sigur hann. Á sólsíðuni kann hitin koma upp í 71 stig, og á skuggasíðuni kann tað frysta niður í fýra stig.
Ein annar granskari, Steven Voigt, skrivar í grein í The Astropsysical Journal, at tað, sum vísindin higartil hevur sæð, vísir, at møguleikarnir fyri lívi eru til staðar har.
Men tað fer at taka sína tíð at vitja stjørnuna. Teinurin frá jørðini til Goldilock er 195 billiónir kilometrar.