Bústaðir hava keypt eitt umleið 1500 fermetra stór øki mitt í bygdini á Sandi, har fimm íbúðir skulu byggjast í næstum. Sands kommuna hevur gjørt eina rammuavtalu við Bústaðir um hesa bygging, og í løtuni er kommunan í holt við at grava út og planera økið til verkætlanina.
Bláu sethúsini, sum í løtuni standa á einum parti av grundøkinum, verða tikin niður í samband við hesa verkætlan. Brandur Sandoy, borgarstjóri, vísir á, at ein orsøkin til, at grevstur og planering verður gjørt nú, er, at tilber at planera lendið undir íbúðarbyggingini við avlopsgróti frá útstykkingini á Vatnsryggi.
- So, í staðin fyri at leggja alt hetta grótið á goymslu, verður ein partur av grótinum nú brúktur til planering til íbúðarbygging. Enn vita vit ikki rættiliga, nær Bústaðir fara undir hesa bygging, tí sum øllum kunnugt hava handverkarar sum heild úr at gera. Men, vit vóna, at tað verður skjótt.
Sands kommunu kunnugt, hava Bústaðir enn ikki funnið ein byggiharra til hesa verkætlan, men í kommununi vóna tey, at byggingin av íbúðunum kann byrja um ikki so langa tíð. Við at gera lendisarbeiðið og planera, ger kommunan nú sítt til, at byggiarbeiðið kann byrja skjótast gjørligt.










