Her keypir tú bíligast í Føroyum

Bónus er bíligast í Føroyum.
Tað vísur kanningin sum Sosialurin hevur gjørt av matprísunum í Føroyum.
Vit hava kannað 13 handlar í øllum Føroyum.

Persónar frá Sosialinum hava verið runt og skriva upp prísir í teimum ymisku handlinum. Vit hava saman-borið 17 ymiskar vørur sum vit meta at eitt vanligt húsarhald nýtur.
Vit hava samanborið teir stórstu handlarnir í økinum. Í Norðuroyggjum hava vit bara verið í Klaksvík, og í Streymoy bara í Tórshavn.
Eftirsum fólkatalið er so stórt í Tórshavn hava vit samanborið tríggjar handlar har og tveir á hinum økjunum.
Bíligast er Bónus í Tórs-havn, har kostað okkara matposi 563 krónur. Dyrast er í Sandoynni har matposin kostar 697 krónur. Tað vil siga at munurin millum bíligasta og dyrasta handil eru heilar 134 krónur.
Ymiskt á Bónus
Tað sum yvirraskaði okkum í hesi kanning var at Bónus ikki hevur somu prísir um alt landið.
Munurin millum Bónus í Tórshavn og Bónus í Klaksvík er 30 krónur.
Nils Mortensen stjóri í Bónus, sigur at teir anpassa prísirnar eftir marknaðinum.
í Vágoynni eru vit í ferð við at koma inn á marknaðin og har mugu vit hava lægri prísir, sigur hann.
Bónus í Vágum var næstbíligast í kanningini.
Rugbreyðini kosta eisini ymiskt í Bónus handlinum í Miðvági kostar eitt rugbreyð 19.80 krónur og á Tvøroyri 24 krónur.
Vit hava lokalar bakarar sum leverera til okkum og tað eru teirra prísir, íð stýra hvat breyðið skal kosta, sigur Nils Mortensen.

Halda tit at kundin veit av at tit ikki hava somu prísir alla staðni?
Nei tað veit eg ikki, sigur hann. Men vit mugu anpassa prísirnar eftir økinum.
At so er, er íhvørtfall onki, sum Bónus lýsur við, kunnu vit staðfesta.
Tænastustøði
Sjálvandi er tað ikki bara prísurin, íð styrir hvar vit keypa.
Nærleikin, tænastustøði, vinarlig krambafólk og annað er eisini týdningarmikið. Hetta hava vit so ikki kannað. Men óivað er tað lættari at fáa hjálp í einum lítlum handli á Sandoynni enn í einum stórum í Tórshavn.
Gudmaj Midjord sum er stjóri í Dalabúðini í Skálavík harmast um at tey eru dýrasti handil.
Tað er torført hjá okkum lítlum handlum at blíva samanborin við teir stóru handlarnir í Havn, teir keypa ofta beinleiðis nirrifrá og hava ongar millumhendir sum vit, sigur hon.
Ein onnur orsøk til, at prísirnir eru hægri í minni handlum, er, at pakkarnir eru minni, og tí verður kiloprísurin hægri. Typhoo te er eitt dømi um hetta.
Handlarnir sum liggja í sama økið hava nokkso líkar prísir á sínum vørum. Á Sandoynni var bara 5 krónur á muni millum Dalabúðina og Herman. Og í Vágoynni vóru 13 krónur á muni millum Bónus og FK.
Loysur seg ikki
Loysir tað seg so hjá bygdafólki at fara til Havnar at keypa bíligt?
Svarið uppá tað er nokk nei, í hvørt fall um okkara matposi skal nýtast sum dømi!
Fyri at koma til og frá Sandoynni kostar tað 180 krónur aftur og fram við bili, og bil má man hava, um matur skal keypast, tað vil siga 46 krónur bakk.
Ùr Vágoynni kostar tað 80 krónur við kubba til Havnar, men har var bara 4 krónur bíligari í Bónus í Tórshavn so best er nokk at halda seg á røttu síðu um Vestmannasund.
Suðuroyingar ganga eisini bakk við at fara ein havnartúr og somuleiðis norðoyingar. Eysturoyafólk hava onga ferju at fara í, men bensinkostnaðurin er nokk hægri enn tær 9 krónur tey spara í matkostnaði.
Hendan kanning skal takast við fyrivarni fyri at villur kunnu hava sníkt seg inn, og at tað einans eru 17 vørur sum eru við í kanningini av teimum hundraðtals, sum eru í handlinum.