Her kann alt henda

Stigatalvan í landskappingini fortelur, at tað eru tvey sera jøvn lið, ið møtast í steypafinaluni hjá monnum. Tey eru fremst í Eik-liguni við bara einum stigi á muni, og hartil hava tey bæði spælt javnar dystir og smurt hvørt annað av

Sjáldan man tað hava verið meira opið, hvat kann henda í einari mansfinalu í flogbólti, enn hesa ferð. Skulu vit ganga út frá úrslitunum millum Mjølnir og SÍ í landskappingini í vetur, so kann tað vera alt frá 3-0 sigri til annað liðið til ein fimmsettara, sum annað vinnur 3-2. Og stórt betri fær tað neyvan verið undan einari finalu!
Liðformaðurin hjá Mjølnir, 23 ára gamli Thorvald Danielsen, sigur, at teir í Mjølnir gleða seg til finaluna, og av tí at felagið er eitt av teimum, ið hevur verið í fremstu røð í flogbólti í mong harrans ár, er stórur spenningur eisini í Klaksvík og Norðoyggjum annars.
– Fólk eru spent og gleða seg, og eg vænti, at vit fáa nakrar góðar áskoðarar við okkum. Her verður skipað fyri ókeypis bussferð, so vit vænta okkum góðan stuðul. Hetta eru eisini tvey rættiliga jøvn lið, sum kenna hvønnannan væl, so hetta er ein torførur dystur at spæla. Tí vóna vit, at vit fáa góðan stuðul frá áskoðarunum, sigur Thorvald, sum – hóast jøvn lið – sær onkran mun á Mjølnir og SÍ.
– Styrkin hjá teimum er serliga tað góða verjuspælið, tí teir fáa nógv uppaftur. Hinvegin liggur okkara styrki helst meira í álopsspælinum, og tann partin hava vit styrkt, nú vit hava fingið Jón Nielsen við okkum. Eg vænti, at hann kann koma at avgera nógvar bóltar fyri okkum.

Við í báðum
Tá tað kemur til verjuspælið hjá SÍ, sum Thorvald nevnir, slepst neyvan undan at nevna 24 ára gamla Johan Petur á Stongum, sum spælir libero og gjarna gongur undan, tá bóltarnir skulu fáast uppaftur. Hann væntar eisini ein javnan finaludyst ímóti Mjølnir.
– Einki av liðunum stórfavorittur, tí tey eru so jøvn. Vit skulu serliga ansa eftir Boban Ilic og Jón Syderbø, tí teir báðir eru størsta hóttanin frá Mjølnir. Hinvegin er styrkin hjá okkum, at vit hava eina ótrúliga breidd – serliga í álopsspælinum, sigur Johan Petur, sum ikki bara skal spæla við í mansfinaluni, tí hann hevur sum venjari hjá SÍ-kvinnunum eisini sítt at síggja til í kvinnfinaluni.
Hann sigur, at fólkið í Sørvági gongur høgt upp í flogbóltin og ikki minst steypafinalurnar. – Tað hevur jú nógv at siga fyri bygdina og kommununa, at Sørvágur er nógv frammi í miðlunum, og øll standa saman um SÍ. Fólk eru spent og spyrja nógv, hvat vit vænta okkum, hvussu tað verður og sovorðið, og vit vita, at ein stór fjøld kemur til Havnar at stuðla okkum, sigur Johan Petur.

Má verða í moll
Vit spurdu eisini Thorvald Danielsen, hvussu hann heldur, at ein steypafinala skal vinnast: – Har er fyrst og fremst galdandi, at tú skalt tora at spæla og hava viljan at vinna, samstundis sum tú spælir so gott sum gjørligt. Vit fokusera fult og heilt á uppgávuna og eru øgiliga spentir at spæla finaluna, sigur hann, sum fær viðhald frá Johan Petur:
– Tú ert ongantíð nøgdur við at tapa, so vit fara sjálvandi eftir at vinna báðar finalurnar. Bæði lið eru greið yvir, at spæla tey upp til sítt besta, so hava vit møguleikan at vinna báðar. Men skuldi tað kiksað, so má SÍ-dansurin um kvøldið bara vera í moll, skemtar sørvingurin.
Hvussu er og ikki, so eru tað tvey av teimum royndastu steypaliðunum, ið møtast í morgin. SÍ er í mansfinaluni triðja árið á rað, og undan tí var Mjølnir við tríggjar ferðir á rað. So fæst at síggja, um Vágar eisini skulu eiga steypavinnaran hjá monnum, ella um Klaksvíkin fer allan vegin upp á tindin.