Her í Føroyum er størst munur á ríkum og fátækum

Ongastaðni er munurin ímillum rík og fátæk, so lítil, sum her - men tað veldst um, hvar í Føroyum tú býr

Ongastaðni er so lítil munur á fólki, sum í Føroyum -  men tað er ymiskt, hvussu støðan er á teimum ymsu økjunum í landinum. Eitt mát, sum verður brúkt til at máta stættarmunin í einum landi, er gini-talið. Lægri gini-talið er, javnari er inntøkan í landinum, býtt. Er gini-talið 0, hava øll líka góða inntøku. Er gini-talið 100, hevur eitt húski alla inntøkuna í landinum.

 

Og í gjár skrivaðu vit, at Hagstovan hevur roknað seg fram til, at í 2020 var gini-talið í Føroyum 21,1 og tað er í hvussu so er lægri enn nakra aðrastaðni í Evropa – og so er eisini ilt at hugsa sær, at tað skal vera lægri nakra aðrastaðni.

 

Les meiri her: Ongastaðni so lítil munur á fólki sum í Føroyum

 

Les meiri her: Fátækadømið í Føroyum stendur næstan í stað

 

Men hóast gini-talið í Føroyum, sum heild, er lágt, er tað kortini munur á, hvussu støðan er í teimum ymsu økjunum í landinum. Serliga er tað eitt øki, sum loypur í eyguni og tað er í Sandoynni, tí har er stættarmunurin størri enn aðrastaðni í landinum.

 

Í Sandoynni er gini-talið nevniliga 23, ella 1,9 stig yvir miðaltalið í landinum. Men í restini av landinum líkist støðan rættiliga nógv. Munurin ímillum rík og fátæk er minst í Eysturoy, har gini-talið er 20,4, Í Vágum er tað 20,5, í Suðuroy er tað 20,9, í Suðurstreymoy er tað 21, í Norðoyggjum er tað 21,1, sum er miðaltalið í Føroyum, og í Norðurstreymoy er tað 21,6.

 

Sí talvuna niðan fyri

 

##med2##