Seinasta leygardag var óvanliga høg fjøra, sum sæst á viðheftu mynd, sum Kjartan Madsen hevur tikið.
Í Streymnesi gjørdu tey sær dælt av høgu fjøruni og gingu út til skipsvrakið av Golden Harp, sum skjótt hevur ligið á Rivinum út fyri Streymnesi í hundrað ár.
- Niels Juel Joensen, vanliga nevndur Nils á Selatrað, keypti Golden Harp úr Yarmouth hin 26. februar í 1903. Skipið skifti fleiri ferðir eigara.
Í Sunda kommunu vita tey at siga, at tann eina veturin lá Golden Harp fyri teymi á Hvalvík.
- Eina ódnarnátt av landsynningi sleit hon og rak inn á sandin. Hon varð ikki tikin út aftur og endaði sum vrak. Hetta hevur helst verið í 1924. Enn síggjast bondini stinga upp úr sandinum.
In.fo kann leggja aftrat, at eitt modell av Golden Harp hongur uppi í Skopunar kirkju. Tey, sum vilja vita meira um Golden Harp, kunnu trýsta á leinkjuna her niðanfyri -