- Tá eg eri til arbeiðis á medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, havi eg rættiliga nógv um oyruni, og tá havi eg ikki stundir til at hugsa so nógv um alt tað, eg havi upplivað í summar. Men tá eg havi frí leita tankarnir ofta til Sýria, børnini og tær mongu familjurnar, sum hvønn dag uppliva ræðuleikarnar, ið standast av krígnum.
Tað sigur 27 ára gamla Haifaa Awad, sum er úr Sýria, men sum síðani 1993 hevur búð í Danmark. Hon er nýútbúgvin lækni, og tann 1. september kom hon til Føroya at røkja sítt fyrsta læknastarv á Landssjúkrahúsinum. Bert fáar vikur áðrenn Haifaa Awad kom til Føroya, hevði hon arbeitt sum sjálvboðin lækni har norðuri í Sýria, har borgarakríggj hevur verið í hálvttriðja ár.
- Serliga ta fyrstu tíðina, eg var á Landssjúkrahúsinum, samanbar eg ofta umstøðurnar her við umstøðurnar á sjúkrahúsinum í Sýria. Tað geri eg onkuntíð framvegis, men tað er ivaleyst natúrligt, sigur Haifaa Awad.
Sjálv heldur hon seg hava tað gott sálarliga, eftir at hon er komin úr Sýria.
- Onkursvegna havi eg ikki havt tíð til at fyrihalda meg til alt tað, eg havi upplivað, meðan eg arbeiddi á sjúkrahúsinum í Sýria, men eg havi tað gott og merki, at síðani eg kom til Føroya eri komin eitt sindur meira niður aftur á jørðina, um mann kann siga tað so, sigur Haifaa Awad.
- Onkur hugsar kanska, at eg hevði gjørt meira nyttu í Sýria, men alt er relativt. Læknaarbeiðið her skal ikki undirmetast, og eg haldi, at eg eisini kann gera ein mun her.
Til ber at lesa alla samrøðuna við Haifaa Awad í Sosialinum hetta vikuskiftið ella við at trýsta her