Her fer Eurovision-vinnarin heim aftur at verja Ukraina

- Í mínum føri er tað ógvuliga sannlíkt, at eg noyðist í kríggj. Øll mugu gera sín part, tá ella um tey verða biðin, sigur oddamaðurin í Kalush Orchestra, sum longu hevur mist tveir vinmenn í krígnum í Ukraina.

Kalush Orchestra fekk undantaksloyvi at fara við teirri treyt, at teir komu heim aftur dagin eftir finaluna.

Oleh Psiuk, rappari og oddamaður í ukrainska bólkinum, Kalush Orchestra, sum leygarkvøldið vann Eurovision-finaluna, segði í dag farvæl við damu sína í Torino.

 

Kalush Orchestra vunnu sangkappingina við lagnum "Stefania", og bólkurin fekk met nógvar atkvøður frá hyggjarum og endaði við tilsamans 631 stigum í kappingini.

 

- Túsund takk til øll, sum hava atkvøtt og túsund takk fyri allan stuðul. Sigurin er fyri allar ukrainar, segði Oleh Psiuk, tá sigurin var ein veruleiki.

 

Tað var annars leingi óvist, um bólkurin yvirhøvur kundi fara til finaluna í Italia, tí krígslógin í Ukraina sýtur monnum í aldrinum 18 til 60 ár at fara úr landinum.

 

Kalush Orchestra fekk undantaksloyvi at fara við teirri treyt, at teir komu aftur til Ukraina dagin eftir, at Eurovision-finalan hevði verið.

 

Í einari samrøðu við amerikanska tónleikatíðarritið - Rolling Stone - segði Oleh Psiuk, at Russland gjørdi innrás í Ukraina bert tveir dagar eftir, at hann og bólkurin vórðu vald til at umboða Ukraina í Eurovision Song Contest.

 

- Í mínum føri er tað ógvuliga sannlíkt, at eg noyðist í kríggj. Øll mugu gera sín part, tá ella um tey verða biðin um tað, segði hann við Rolling Stone.

 

Oleh Psiuk fortaldi eisini, at tveir av vinmonnum hansara, 26 og 27 ára gamlir, longu eru dripnir í krígnum, og hann legði aftrat, at tað er trupult hjá honum at snakka um kríggið.

 

##med2##

 

 

 

Kalush Orchestra fekk undantaksloyvi at fara við teirri treyt, at teir komu heim aftur dagin eftir finaluna.