Her fellir politiovastin seg sjálvan

Leiðarin fyri anti-terror politideildina í Bretlandi er farin úr starvinum, tí hann kom at avdúka part av loyniligum skjali um eina ætlaða atsókn ímóti yvirgangsmonnum Bob Quick var á veg á fund við bretska forsætisráðharran, tá ið hann sløsaði við einum loyniligum skjali, hann hevði við á fundin.

Myndir vóru tiknar av Quick, tá ið hann fór úr bilinum og inn í Downing Street nummar 10. Í hondini hevði politiovastin nøkur skjøl, og á myndunum bar til at lesa partar av skjalinum um eina loyniliga atsókn, sum var á veg.

Tá ið avdúkandi myndin kom fram alment, tveittu løgreglufólk alt frá sær og gjøgnumførdu ætlanina beinanvegin. Pathway atsóknin var vend ímóti mistonkum yvirgangsmonnum úr Al Qaeda. 12 mans vóru tiknir í Onglandi og Wales. 10 av teimum eru pakistanar, sum lesa í Bretlandi.

Tilburðurin fekk tó Bob Quick at siga seg úr starvinum sum leiðari fyri anti-terror politideildina.