Tað eru nú meira enn tvey samdøgur síðan, at samband seinast var við serbygda kavbátin Titan.
Á viðheftu mynd verður kavbáturin gjørdur klárur at fara niður í dýpið.
Eingin veit, hvat er hent báti og manning, sum hava ilt til í mesta lagi 96 tímar - ella til umleið tvey samdøgur aftrat.
Stór leiting er á leiðini nakrar hundrað fjórðingar í ein landsynning úr Ný Foundlandi, har vrakið av Titanic liggur á 3.800 metra dýpi.
Tað er privata felagið, OceanGate, sum hevur bjóðað hesa heilt serstøku ferðavinnuuppliving síðan byrjanina av 2021.
Amerikanski havfrøðingurin og ævintýrarin, David Gallo, lýsir viðurskiftini á havbotninum, har Titanic liggur, sum heilt serstakar, tí her er velduga djúpt.
- Hetta er sum at vitja eina aðra planet, og hetta er ikki, soleiðis sum fólk halda tað vera. Hetta er eitt kalt og myrkt umhvørvi við høgum trýsti. Leitingin er ein kapprenning við tíðina, sigur hann.
Tey, sum eru í kavbátinum sum ferðafólk, eru bretski ríkmaðurin, Hamish Harding, feðgarnir úr Pakistan, ríkmaðurin Shahzada Dawood og sonur hansara, Sulemann Dawood.
Haraftrat eru Stockton Rush, umsitingarstjóri í OceanGate, ið er felagið, sum skipar fyri ferðini niður á Titanic, og síðan er tað ævintýrarin, Paul-Henry Nargeolet.
Serbygdi kavbáturin er 6,7 metrar langur og vigar umleið 10 tons. Hann er bygdur til at kunna fara niður á 4.000 metrar.
- Ein kaving við Titan niður á vrakið á Titanic og uppaftur hevur vanliga tikið umleið átta tímar, skrivar Verdens Gang í dag.
##med2##