Her eru X Factor dómararnir

Danmarks Radio hevur nú sett dómarapanelið til nýggju X Factor kappingina

Í fjør vóru upprunaligu dómararnir í X Factor kappingini í Danmark aftur í panelinum, og í dag hevur Danmarks Radio boðað frá, at dómararnir halda fram eitt ár afturat.

Tað merkir, at Thomas Blachman, Lina Rafn og Remee skulu meta um og hjálpa vónríku luttakarunum í X Factor kappingini 2015. Fleiri føroyskir sangarar hava roynt seg í kappingini gjøgnum árini, og ivaleyst fer onkur føroyingur afturat at tekna seg til upptøkuroyndirnar, sum verða í heyst.