tónleikur
1. YESTERDAY
Ár: 1965 Sangskrivarar: John Lennon, Paul McCartney
Um lagið, sum skuldi gerast tann mest endurspældi sangurin í heiminum hevur Paul McCartney sagt: ?Eg hevði eitt klaver standandi við songina, og eg má hava droymt tað, tí eg bóltaði út úr songini, setti hendurnar á tangentarnar og eg hevði sangin í mínum høvdi. Har varð alt, fullfíggjað. Eg fekk meg ikki at trúgva tí. Tað kom ov lætt?
Lagið kom so lætt, at McCartney í longri tí spurdi ymisk fólk, um tey høvdu hoyrt hetta lagið áður. McCartney bjóðaði í fyrstu syftu eisini fleiri øðrum sangarum lagið, tí hann helt, tað riggaði ikki til The Beatles. George Martin, produsari, hevði sín stóra lut í, at lagið fekk eina strúkara-kvartett á. The Beatles royndu upprunaliga at spæla sangin í traditionellum høpi, har eitt nú John Lennon spældi orgul. Men tað riggaði ikki ordiliga. Paul McCartney hevur sagt um hugskotið at leggja strúkarar á, at honum dámdi tað onki. ?Vit eru ein rockbólkur. Eg vil ikki hava syrupp á?, segði hann við George Martin. ?Latið okkum royna tað, og um tær ikki dámar tað, so kunnu vit fara aftur til bara guitar og rødd,? segði George Martin og Paul McCartney boygdi seg, og nakrar mánaðir seinni kundi úrslitið hoyrast á LP-plátuni Help!
Kom lagið lætt til McCartney, so gekst verri við tekstinum. Fyrsta linjan var ?Scrambled eggs/Oh my babe, how I love your legs?. Men lukkutíð fyri lagið, kom McCartney við einum øðrum teksti, sum hann skrivaði, meðan hann helt frí við táverandi unnustuni Jane Asher. Samstundis, sum hetta gjørdist mest endurspælda lagið í heiminum, so var hetta eisini fyrsta veruliga soloútspælið frá einum av limunum úr The Beatles. Ongin av hinum spælir við á tí.
2. (I Can?t Get No) SATISFACTION -
Ár: 1965 Sangskrivarar: Mick Jagger, Keith Richards
?Alt sum Rolling Stones høvdu gjørt frammanundan var spennandi, men Satisfaction dróg samanum? sigur Mick Jagger við Rolling Stone. ?Tað defineraði alt upp á tríggjar og ein hálvan minutt.? Hetta var eisini fyrsta singlelagið hjá bretska rockbólkinum, sum gjørdist nummar eitt í Amerika.
Rolling Stones lána í lagnum dúgliga frá sínum hetjum - eitt nú Chuck Berry, sum áður hevði sungið ? I don?t get no satisfaction from the judge? og blues tónleikaranum Muddy Waters, ið hevði gjørt lagið ?I Can?t Be Satisfied?, sum var eitt lag, ið Rolling Stones plagdu at spæla live.
Mick Jagger skrivaði tekstin liggjandi við ein svimjihyl á einum motelli í Florida á vári 1965.
Serliga eyðkenni við Satisfaction er tó fantastiska einfalda guitar-riffið, sum kom til Keith Richards í svøvni líka sum Yesterday kom til Paul McCartney. Richards vaknaði á miðari nátt, spældi riffið á akkustiskan guitar, tók tað upp á band, fór so til songar aftur og svav so søtan. Rolling Stone spældu lagið inn meðan teir vóru á turne í USA - eitt land, har teir ikki fingu ordiliga hol á fyrr enn við júst lagnum Satisfaction. Tað tók bert lítla løtu at spæla lagið inn og Keith Richard var sannførdur um, at talan var bert um eina demo. Richards var alt annað enn vísur í, at Satisfaction fór at vera eitt single-lag. ?Vit fóru úr studionum rímiliga væl nøgdir og hugsaðu, at hetta var gott, men tað má arbeiðast meira upp á tað. Tíggju dagar seinni sjarraði lagið á útvarpinum.?
Keith Richard viðgongur eisini, at hann var ikki rættiliga nøgdur við Satisfaction fyrr enn hann hoyrdi útgávuna við Otis Redding, har blásarar eisini spæla riffið. Mick Jagger sigur við Rolling Stone, at tað altíð gleðir hann at hoyra onnur royna at innspæla teirra lag (Britney Spears royndi seg á seinastu útgávuni við hesum lagnum).
3. SMELLS LIKE TEEN SPIRIT
Ár: 1991 sangskrivarar: Kurt Cobain, Nirvana
Tað var tann 10. September 1991 at alt broyttist: Við einum stroki vóru hársprei 80?ini skolaði út á Buchwald og Alternative Nation sá dagsins ljós. Alla skyldina hevði Kurt Cobain og hansara bólkur Nirvana. Sangurin gjørdist ikki bara teirra flagskip, men sjálvt symbolið upp á eitt tíðarskeið, har ein desillusjoneraður ungdómurin kravdi økologiskan substans fram um parfumerað undirhald. Rolling Stone metir, at ?Smells Like Teen Spirit? hevði sama kollveltandi týdning fyri amerikanska ungdómin, sum The Beatles lagið ?I Want To Hold Your Hand? og ?Like A Rolling Stone? við Bob Dylan høvdu í 60?unum.
?Teen Spirit? er eitt skúladømið um stóra, einfalda list, ið milliónir av menniskjum taka til sín. Lagið er bygt á fýra akkordir. Guitarsoloin bara endurtekur messandi melodiin. Sjálvur gandurin liggur tó í mátanum, sum Kurt Cobain syngur lagið. Lagið er bygt á gomlu fintuna, at fara frá bleytum yvir í hart - frá hálvdoyvdari líkasælu í versunum til skerandi desperatión í niðurlagnum. Sjálvur hevur Kurt Cobain víst til The Pixies, ið var hansara yndisbólkur.
Aftan fyri alternativa úttrykkið liggur tó eisini eitt framúr tev fyri pop melodiskum handverki. Kurt Cobain hevði John Lennon sum sína stóru fyrimynd. ?Kurt elskaði The Beatles?, sigur Nirvana bassleikarin Krist Novoselic. Produsarin á Nevermind Butch Vig vísir eisini á, at Cobain skrivaði allatíðina løg. Í steðgum sat plágaði frontmaðurin altíð og klimpraði upp á guitarin. ?Eg hoyrdi hesar fantastisku popp-melodi strofurnar koma frá honum. Men so skjótt sum eg royndi at fáa tað á band, so helt Kurt uppat við at spæla. Hann var fyltur við punk-øði og fremmandagerð, men hann hevði eisini eitt følið popp talent, sum hann ikki altíð vildi kennast við? sigur Butch Vig við Rolling Stone.
Á Smells Like Teen Spirit var tað tó sárbæra røddin hjá Cobain, ið var krúnan á kransakøkuni saman við klassiska setninginum ?It?s hard to find/Well, nevermind?.
4. LIKE A VIRGIN
Ár: 1984 sangskrivarar: Billy Steinberg, Tom Kelly
Like a Virgin var lagið, sum sendi Madonnu til skíggja, har hon skjótt 20 ár aftan framvegis sveimar. Madonna kom til legendariska disco-produsaran Nile Rodgers og segði: ?Vit kunnu ikki arbeiða saman, um tær ikki dámar hetta.? Produsarin svaraði: ?Tað góða við tí er, at mær dámar tað ikki nú, men tá eg eri liðugur at arbeiða við tí, fari eg at elska tað.?
Lagið, sum í skeivum hondum skjótt kundi verði ein pínlig parodi upp á smagloysi, fekk rættiligt lív við kønu hond Rodgers. Eitt nú valdi hann at brúka veruliga tónleikarar heldur enn maskinur, ið eyðkennu fyrstu plátuna hjá Madonnu.
Hóast Madonna ikki sjálv hevur skrivað lagið, so gjørdist hetta sangurin, sum fram um allar aðrar legði lunnar undir tað, ið seinni fekk heitið ?girl power?, og í tí ríkinum valdar ongin ivi um, hvør drotningin framvegis er?
5. BILLIE JEAN
Ár: 1982 sangskrivari: Michael Jackson
Um eitt lag var orsøkin til, at Thriller skuldi gerast heimsins mest selda pláta við 40 milliónum eintøkum, so var ongin ivi um, hvat tað var. Billie Jean herjaði alheims tónatindar í mánaðarvís og var eisini fyrsta lagið, har ein svartur sangari slapp gjøgnum hvítt-fikseraða nálareygað hjá MTV. Lagið broytti snøgt sagt poppheimin.
Sangurin um Billie Jean er sprottin úr eini nervandi røð av brøvum, sum Michael Jakson fekk frá eini sjúkligari kvinnu, ið vildi vera við, at Jakson var faðir at hennara barnið, og har hon loksins kravdi, at hann átti at gjørt enda á sær sjálvum ( sí tekstin: Billie Jean/ She?s not my lover/ She?s just a girl/Who thinks that I am the one/But the kid is not my son).
Legendariski Quince Jones, ið produseraði Thriller, hevur sagt um lagið: ?Um so onkur rendi á teg við einum lastbili, so kundi tú kortini hoyra, at hasin sangurin var eitt hitt-lag.? Aftrat einfalda beatinum og runtgangandi bassinum, so er tað eisini framúr góða sang presentasjónin frá Michael Jackson, ið berur lagnum uppi.
6. I WANT TO HOLD YOUR HAND
Ár: 1964 sangskrivarar: John Lennon, Paul McCartney
Tað var við hesum lagnum, at Beatles fepurin rakti Amerika, sum fram til tá annars hevði verið púrasta óimponerað av enskum beat-tónleiki. Lagið er skrivað av Lennon og McCartney, sum báðir sótu við klaverið og royndu at skriva eitt hitt-lag, so The Beatles sum tann fyrsti bretski poppbólkurin kundi sleppa gjøgnum amerikanska nálareygað. Hetta eydnaðist til fulnar. Nakrar mánaðir seinni vóru fimm Beatles-løg ovast á hitt-listanum í USA. Eitt bragd, sum helst aldrin verður sligið.
Svartskygni valdaði í USA, eftir at John F. Kennedy var skotin í november 1963, og Rolling Stone vil vera við, at við bjartskygna lagnum I Want To Hold Your Hand - sum kom út í januar 1964 - fekk amerikanski ungdómurin aftur trúgv upp á framtíðina.
7. RESPECT
Ár: 1967 sangskrivari: Otis Redding
Í seks ár hevði Aretha Franklin roynt seg, uttan at nakað hitt-lag kom frá hennara hond. Tað var ikki fyrr enn hon tók lagið hjá Otis Redding, sum hann hevði útgivið tvey ár frammanundan, at svarta songkvinnan við sterku gospelrøddini sló ígjøgnum av álvara.
Produsarin Jerry Wexler sigur frá, hvussu Aretha kom inn í studio við einum heilum arrangementi, sum hon sjálv hevði gjørt av lagnum. Hon sat við eitt klaver og spældi ymsar tónar, sum studiotónleikararnir lurtu eftir og síðani spældu. 50 ára gamli Wexler sigur við Rolling Stone: ?Eg havi verið í mongum studioum í mínum lívi, men upplivdi ongantíð ein dag, sum tann dagin, tá Aretha spældi inn Respect. Tað var sum ein festivalur. Alt riggaði.?
Nú meira enn tredivu ár aftan á eru tey framvegis mong, sum halda, at hetta er besta upptøkan, sum Aretha Franklin nakrantíð hevur gjørt.
8. WITH OR WITHOUT YOU
Ár: 1987 sangskrivarar: U2
U2 høvdu ein trupulleika, tá teir royndu at spæla inn With Or Without You, sum gjørdist tað heilt stóra hitt-lagið av klassikaranum The Joshua Tree. Sambært bassleikaranum Adam Clayton, so ljóðaði lagið ov søtt og sentimentalt. ?Bono bleiv við at siga, ?lata vera sum er?, men tað ljóðaði ikki sum eitt lag, ið vit vildu hava við á okkara plátu. So vit fóru tann øvugta vegin og royndu at rista eitt sindur í lagið.?
Undir kønari leiðslu av produsarunum Brian Eno og Daniel Lanois broyttist úttrykkið almikið, tá Clayton skrúvaði upp fyri bassinum og serliga Edge fór eftir einum meira atmosferiskum guitarljóðið, sum eisini skuldi gerast hansara serliga vørumerki frameftir.
U2 vóru eisini fullvísir í, at lagið, sum nú eisini hevði fingið elektroniskar trummur, ongantíð fór at fáa ein kjans á útvarpsstøðunum. Men teir fóru lukkuliga skeivir. Lagið sendi U2 heilt framm í oddin, har teir hava verið síðani.
Orðini hjá Bono fingu eisini fólk at spyrja, um teksturin mundið vera ein sangur til Jesus, hjúnabandið, lurtaraskaran hjá U2 ella kanska til bólkin sjálvan. ?I Can?t live with or without you? sang Bono og útvarpsstøðir kring allan heim tóku alt fyri eitt lagið til sín.
Clayton viðgongur, at teir kundu aldrin heilt finna út av, hvønn lagið var skrivað til. ?Sannleikin er eitt sindur av øllum. Guð, kærleika, lurtararnar, orkestrið.?
9. I WANT YOU BACK
Ár: 1969 sangskrivarar: Freddie Perren, Deke Richards, Fonce Mizell, Berry Gordy Jr.
Michael Jackson var bert ellivu ára gamal, tá familju orkestrið Jackson 5 spældu inn I Want You Back, sum skuldi gerast klassikarin frá Jackson five, sum síðani fingu fýra onnur løg, ið eisini rukku ovastu rók á hitt-listanum ú USA.
Jakson 5 høvdu sáttmála við plátufelagið Motown, ið var eitt plátufelag serliga ætlað svørtum artistum. Høvuðsskrivstovan flutti júst um hetta mundi úr Detroit til Los Angeles og hetta merkti eisini, at nýggir sangskrivarar skuldu finnast til legendarisku sangskrivararnir/produsararnir Holland-Dozier-Holland, sum upp til tá høvdu gjørt at kalla alt, sum smakkaði av landaplágum fyri Motown.
Lagið endaði hjá framleiðslufelagnum Corporation (Deke Richards, Freddie Perren, Alphonso Mizell og Berry Gordy Jr., sum eisini var stjórin hjá Motown. Hesir men skrivaðu lagið við serligum atliti til ellivu ára gamla Michael Jackson.
10. I WANT IT THAT WAY
Ár: 1999 sangskrivarar: Max Martin, Andreas Carlsson
Ivi valdaði at byrja við. ?Tá vit hoyrdu lagið, hildu vit tað vera skrambul?, viðgongur Nick Carter úr Backstreet Boys, um lagið, ið skuldi gerast tað mest seljandi single-lagið hjá amerikanska sangbólkinum.
Burtursæð frá niðurlagnum, so geva orðini í versinum onga meining. Dømið: ?Now I can see that we?ve fallen apart/From the way that it used to be, yeah.?
Aftur hesaferð komið lagið frá svensku hitt-verksmiðjuni Cheiron Studios í Stockholm. Rolling Stone viðgongur, at sjálvt um orðini eru ivasom, so er ongin ivi um niðurlagið og sterka melodiin.
Kortini vóru limirnir í Backstreet Boys onki serligt við upp á, at lata hetta vera teirra fyrsta singlelag av nýggju fløguni. Plátufelagið Jive sannførdi tó limirnar um, at hetta var tað rætta lagið at byrja við, sjálvt um tað var ein hálvgum ballada. Leikur vísti, at rætt var satsað.