Enska blaðið "The Mirror" heldur seg vita hvørjar spælarar høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal ætlar at keypa í summar.
Sambært The Mirror ætlar Manchester United at ogna sær Sergio Ramos, Jasper Cillesen, Bastian Schweinsteiger og Karim Benzema.
Høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal vil gjarna keypa spælarar, sum eru vanir við at vinna heiti.
Um Karim Benzema skrivar undir ein sáttmála við Manchester United, so er lítið at ivast í, at dagarnir hjá Robin van Persie, sum Manchester United spælari taldir.
Um tað ikki eydnast at keypa Jasper Cillesen frá Ajax Amsterdam, so er Hugo Lloris hjá Tottenham næsti maður á ynskilistanum hjá Louis van Gaal.