Mikukvøldið var ein sjáldsom hending í næstbestu ensku deildini, The Championship, tá ið írski miðverjin hjá Blackburn, Shane Duffy var so óheppin at skora tvey sjálvmál í sama dysti. Blackburn spældi á útivølli ímóti Cardiff, og Duffy gjørdist avgerandi munurin, tí at Cardiff vann dystin 2-1.
Fyri at gera ilt verri fyri íran, so varð hann eisini útvístur í yvirtíðini, tá ið hann fekk sítt seinna gula kort.
Les eisini: Tvey sjálvmál og reytt kort í sama dysti
Hetta var annar dystur á rað, at Duffy skoraði sjálvmál. Í farna vikuskifti tapti Blackburn 3-0 ímóti Wigan, og tá var Duffy aftur á blettinum - fyri Wigan, tíverri.
Sí kykmynd omanfyri greinina, har bæði sjálvmálini hjá Duffy frá mikukvøldinum eru at síggja.