Her eru øll úrslitini frá Tórshavn maraton í dag

Fyrireikararnir hildu, at rutan var tyngri í ár, enn hon plagdi

 

- Tíðirnar í Tórshavn Maraton í ár vóru góðar.

Tað heldur ein av fyrireikarunum, Johan Simonsen.

Tórshavn Maraton hevur verið í dag og tað var eisini gott veður at renna í. Tað var eitt sindur ráligt, men tað hava  rennarar einki ímóti, sigur hann. Tó hava tey hildið, at rutan í ár var heldur tyngri enn vanligt.

 

Trýst HER fyri at sígga myndir frá Tórshavn Maraton í dag

 

Hann sigur, at vinnarin í heilum maraton hjá monnum, Cecil Weihe, brúkti 2 tímar, 50 minuttir og 19 sekund um teinin.

Vinnarin hjá kvinnum, Rigmor Napoleonsdóttir Arge, rann teinin upp á 3 tímar, 22 minuttir og 35 sekund.

 

Kappingina á hálvum maraton hjá monnum vann Niels Poulsen, sum brúkti 1 tíma, 24 minuttir og 28 sekund um teinin.

Og hjá kvinnum vann Borgarhjørt Holm, sum brúkti 1 tíma, 37 minuttir og 50 sekund um teinin.

 

Trýst HER fyri at síggja øll úrslitini frá maratonkappingini. Ovast høgrumegin ber til at velja hvørji úrslit, tú vilt síggja.