Her eru myndirnar sum fingu 20.000 fylgjarar

Føroyska Katrina Maria hevur fingið heili 20.000 fylgjarar á sosialu miðlunum, og hóast Katrina Maria lesur í Keypmannahavn í dag, so hevur hon í hyggju at takka ja, um ein møguleiki kemur fyri, at hon kann liva av Instagram. 

 

Katrina Maria endaði í farnu viku sum høvuðssøga á bretska miðlinum Daily Star. Miðilin spurdi, um Katrina Maria man vera vakrasti Manchester United fjepparin í heiminum. 

 

Orsøkin er, at Katrin Maria á sosialu miðlunum hevur lagt myndir út av henni sjálvari í Manchester United blusu og somuleiðis heldur ber ílatin. Katrin Maria segði í  morgun við Góðan Morgun Føroyar, at hon hevur fingið nógvar afturmeldingar á sosialu miðlunum. 

 

 

- Fólk lata til at vera imponerað og halda tað vera ordiliga stuttligt, sigur Katrina Maria við kringvarpið. Hon sigur seg vera ein stóran fjeppara av bretska fótbóltsliðnum og hevur verið tað í nógv ár. Og tí var tað natúrligt at avmynda seg sjálva í klæðunum frá liðnum.  

 

 

Sí nakrar av myndunum undir greinini her. Aðrar kunnu síggjast á Instagram og á blogginum hjá Katrinu Mariu