Her eru myndir frá dragshow

Í kvøld hava menn í konufólkaklæðum undirhildið í Norðurlandahúsinum. Her kanst tú síggja myndir

Sonevnt dragshow hevur verið á skránni í Norðurlandahúsinum í Havn í kvøld. Dragshow er eyðkent við, at fólk lata seg  í sum mótsatta kyn og framføra dans, sang og drama.

Í kvøld vóru tað menn í konufólkaklæðum, sum undirhildu við dansi, sangi og drama.


Nuka the Diva úr Grønlandi, Iwona Kok úr Íslandi og føroyskt/danska Dennis Agerblad Band vóru á pallinum.

Her ber til at síggja myndir, sum Sigmar Mørkøre tók í Norðurlandahúsinum.