Her eru málini frá dystinum í Klaksvík

Video: Her ber til at síggja hæddarpunktini frá 2-2 javnleikinum millum KÍ og NSÍ í dag

KÍ og NSÍ spældu í dag 2-2 javnleik, tá liðini hittust í Klaksvík. Tað sá annars leingi út til, at KÍ skuldi fáa sigurin í hús, men 3 minuttir fyri leiklok javnaði nýggi NSÍ leikarin Christian Høgni Jacobsen til endaliga úrslitið 2-2.

 

NSÍ kom annars á odda 1-0, tá 15 minuttir vóru leiktir. Tað var Árni Fredriksberg, ið legði NSÍ á odda við góðum skotið.

 

Síðani eydnaðist KÍ at venda dystinum áðrenn hálvleik. Fyrst javnaði KÍ liðskiparin, Páll Klettskarð við brotssparki og 5 minuttir áðrenn hálvleik var tað Heðin Klakstein, ið legði KÍ á odda 2-1.

 

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Tað er myndamaðurin Jóhan Thomsen, ið eigur upptøkurnar.

 

 

KÍ – NSÍ 2-2 (2-1)

0-1   Árni Fredriksberg, 15.

1-1   Páll Klettskarð brotsspark, 22.

2-1 Heðin Klakstein, 40.

2-2 Christian Høgni Jacobsen, 87.