Miðlaavtalur, sum ikki tola dagsins ljós og gávur fyri fleiri hundraðtúsund krónur. 70 ára gamli forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, er ákærdur fyri mutur, svik og heimildarsvik.
Ákæran ímóti honums nýr seg um trý mál, sum verða nevnd mál 1000, mál 2000 og mál 4000. Forsætisráðharrin noktar seg sekan í øllum ákærum.
Lesið har, hvat málini snúgva seg um:
* Mál nummar 1000: Dýrar gávur til Netanyahu-familjuna.
Netanyahu og familja hansara eru mistonkt fyri at hava tikið ímóti gávum – herundir luksussigarum, champanju og smúkkum – frá vælhavandi persónum aftur fyri fíggjarligar ella persónliga tænastur.
Gávurnar eru mettar at vera verdar meira enn 700.000 shekel, umleið 1,37 milliónir krónur.
* Mál nummar 2000: Ein loynilig blaðavtala
Netanyahy verður hildin at hava roynt at fingið eina avtalu við eigaran av ísrelska blaðnum Yediot Aharonot við tí endamáli at fáa meira positiva umrøðu í miðlunum.
Afturfyri skuldi Netanyahu hava arbeitt fyri at menna eina nýggja lóg, sum skuldi avmarka útbreiðsluna av ókeypisblaðnaum Israel Hayom, sum var argasti kappingarneyti hjá Yediot Aharonot í ísrelska blaðheiminum.
* Mál nummar 4000: Positiv umrøða aftur fyri tænastur
Hetta málið verður mett at vera tað álvarsamasta av teimum trimum ákærupunktunum ímóti Netanyahu. Forsætisráðharrin er ákærdur fyri at hava samráðst við Shaul Elovitch, sum er eigur ein av telerisunum í Ísrael, Bezeq.
Endamálið hjá Netanyahyu var sambært ákæranum at fáa positiva umrøðu á tíðindaheimasíðuni Walla! hjá Elovitch aftur fyri politikk, sum skuldi gagna telerisanum Bezeq.
Kelda: AFP.
/ritzau/